www.foroyaprent.fo er nú
CO2 neutral heimasíða
Vit eru nú við í einum donskum veðurlags átaki, sum vit
loyva okkum at kunna tykkum um. Vón okkara er, at tit vilja
hjálpa okkum at fáa góða boðskapin út.
Orsøkin til átakið er, at vegna stóru elnýtsluna, er
alnetið og teldubrúkið í dag orsøk til meira CO2 útlát
enn flogferðslan.
Átakið snýr seg um, at virkir stór sum smá og av
øllum sløgum í felag vilja neutralisera tað CO2,
sum teirra heimasíður útleiða.
Skipanin verður stýrd av IngenCO2.dk, sum húsast í
Forskerparken í Århus. CO2 neutraliseringarnar
verða framdar við støðugt at finna fram til nýggjar
og viðvarandi orkukeldur (t.d. við uppseting av
vindmyllum) og við at keypa sertifiseraðar CO2- kvotur,
sum verða góðkendar av Energistyrelsen.
Almenna heimasíðan hjá CO2-átakinum:
www.ingenco2.dk
Novozymes, Umhvørvisstovan, Novo Nordisk, e-handelsfonden,
Femilet, Føroyaprent o.fl. eru millum tey mongu, sum longu luttaka.
Vilt tú vita meira, kanst tú senda teldupost til IngenCO2.dk
á materiale@ingenco2.dk.
