Í dag kemur Kyndlabókin út. Bókin má sigast at vera ein tungvektari í føroyskari ítróttarsøgu. Bókin lýsir 50 ára søguna hjá Kyndli í frágreiðingum, hagtølum og myndum.
Bókin er 17x24 cm og hevur ikki færri enn 744 síður, partvís svart/hvítar og partvís í litum.
Rithøvundur er Suni Merkistein og ritstjórnað hava Annsy Høghamar og Niels Nattestad. Føroyaprent hevur umbrotið, prentað og bundið inn.