|
UM FØROYAPRENT Føroyaprent er ein samanrenning av arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting og Hestprent. Virkini vórðu løgdu saman 23. juni 2004 og var tað byrjanin til Pf. Føroyaprent, størsta grafiska virkið í landinum. Leiðslurnar á Dimmalætting og Hestprent gjørdu av at taka hetta stigið fyri at styrkja um kappingarførið. Kappingin á grafiska økinum er hørð bæði her heima og við útlendskar prentsmiðjur. Við hesari samanlegging fingu vit eina stóra prentsmiðju, ið hevur neyðugu útgerðina og styrkina at kappast. Við hesari samanlegging meta Pf. Dimmalætting og Spf. Hestprent seg hava tikið eitt stórt stig móti at tryggja Føroyum eina kappingarføra prentsmiðju, har vit framvegis vilja varðveita eitt opið og kundavinarligt umhvørvi. Stovnararnir áttu hvør síni 50% í Føroyaprent. Føroyaprent keypti ognirnar á Hoyvíksvegi 59 frá Dimmalætting, og har húsast felagið í dag. Við ársenda 2007 yvirtók Føroyaprent framleiðslutól og goodwill frá Pf. Einars Prent. Dimmalætting seldi 15. apríl 2010 sín part í Pf. Føroyaprent til hin eigaran Pf. Hestoy, ið so aftur seldi ein part til Pf. Richard B. Thomsen & Søn. Stjóri á prentsmiðjuni er Jon Hestoy, meðan Hjalgrim Samuelsen er nevndarformaður og nevndarlimirnir eru: Richard L. Thomsen og Susann H. Hestoy.
Dimmalætting - arkprent A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri varð sett á stovn 30-31. juli 1877 við tí endamáli at útgeva blaðið, sum hevði tvey nøvn, tað danska Amtstidene for Færøerne og Dimmalætting. Tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið gav blaðnum hetta føroyska navnið, sum eftir 100 ára dagin stóð einsamalt sum heiti á hesum elsta miðli í landinum. Í dag húsast Dimmalætting á handils- og ídnaðarøkinum á Hálsi, har ein nýggjur bygningur stóð liðugur at taka í nýtslu í 1985. Tá hevði blaðið húsast í Erlings Jalsgøtu síðan 1889, tá flutt var úr Nólsoyarstovu í gomlu sorinskrivarahúsini. Hesi hús vóru sum tíðin leið umbygd og hýstu prentsmiðju og redaktión til 1944, tá tey brendu í grund. Prentmaskinurnar sluppu kortini so frægt frá eldsbrunanum, at tær kundu umvælast, og so mikið av blýskrift varð bjargað, at blaðið kundi prentast í leigaðum hermannabarakkum uppi við Dungagøtu til á vári 1946, tá flutt varð inn í nýggj hús, reist á somu grund. Frá fyrstu tíð hevur prenting verið ein stórur partur av virkseminum við blaðtútgávu. Tá lagt var um til rotatiónsprent í sjeytiárunum var arkaprent bara til bøkur og akzidens. Seinni varð alt arkprent flutt í bygningin á Hoyvíksvegnum, har samanlagda prenstmiðjan húsast í dag.
Hestprent Í 1984 byrjaði Jon Hestoy, sum tá var útlærdur trykkjari, sítt egna virki á Tvøroyri, sum hann kallaði Hestprent. Endamálið var at geva út lokalblað og reka prentsmiðju. Skjótt gjørdist høvuðsvirksemið hjá felagnum setiarbeiði, við serstøkum denti á bókaarbeiði. Tá fyrsta setimaskinan varð keypt í 1985, varð leiðin skjótt løgd eftir konvertering av teksti frá teldum til setimaskinu. Í januar 1987 læt virkið upp í Havn, í leigaðum hølum á Heygskróki. Í 1988 varð avgerð tikin um at leggja alla umbróting yvir á Macintosh teldur. Tá vóru minni enn 5 virki í danska kongaríkinum, ið arbeiddu professionelt við Desktopumbróting og Postscript fotosetara. Orðið prentumsiting varð uppfunnið til arbeiðsháttin tá virkið setti og umbreyt bøkur og læt tær prenta á øðrum prentsmiðjum. Á várið 1989 var flutt í egin hølir á Suðurrás og 1997 á Dvørgastíg. Í 1999 fór felagið undir at prenta sjálvt, tá Prentstovan prentsmiðjan ið Marius Ziska hevði stovnað varð keypt. Í 2001 var egið bókbindarí sett á stovn og í 2002 keypti Hestprent bókbindaríið hjá Helga Justinussen. Bókbindaríð helt til í leigaðum hølum á Argjum, til tað, sum seinasti parturin av Føroyaprent, flutt í nýggju hølini á vári 2005. |