|

At Føroyaprent er ein svanamerkt prentsmiðja merkir, at Føroyaprent hevur fingið loyvi at prenta Norðurlendska umhvørvismerkið á teir prentlutir, sum prentsmiðjan framleiðir.
Føroyaprent hevur prógvað, at øll fyritøkan livir upp til umhvørviskrøv, sum gera, at framleiðslan í allari fyritøkuni er í millum tær minst umhvørvistyngjandi. Krøvini umfata í fyrsta umfari arbeiðsgongdina, innkeypið, pappírið og tey kemisku evnini, sum prentsmiðjan nýtir. Men Svanamerking umfatar eisini alla veitanarketuna av millum annað rávørum, framleiðslutólum, orkunýtslu og lidnum prentlutum.
Við svanamerkingini hevur Føroyaprent skjalprógvað, at fyritøkan sær umhvørvisárinið sum eina heild og hevur bundið seg til framyvir at arbeiða eftir hesum. Tað ræður um at nýta tilfeingið best møguligt og at skifta út til tey bestu alternativini.
Saman við umhvørvisgóðkenningini frá Svanamerkinum fær Føroyaprent eisini vegleiðing um, hvussu fyritøkan støðugt kann virka fyri einari burðardyggari menning.
Drúgva tilgongdin til eina svanagóðkenning merkir ikki bara at arbeiða rætt umhvørvisliga, men eisini at kunna skjalprógva tað. Hendan tilgongd verður leypandi gjørd saman við eftirlits-myndugleikanum hjá Nordisk Miljømærkning. Svanagóðkenningin endar við einari efitrlitsroynd, har prentsmiðjan endaliga skal vísa fram tilfar um útrokningar, arbeiðsmannagongdir, tøkniligar loysnir, hagtøl fyri innkeyp og burturbeining og líknandi sum prógvar, at krøvini verða hildin.
Svanamerkjagóðkenningin merkir, at Føroyaprent nú hevur skjal-prógvað, at fyritøkan livir upp til strong umhvørviskrøv, at tað verða tikin atlit fyri heilsuviðurskiftum og tryggleika hjá starvsfólki og brúkarum, at prentlutirnir hava eina høga góðsku, og at Føroyaprent bjóðar kundunum prentlutir, sum eru prentaðir á pappír, sum kemur frá burðardyggum skógarbrúki.
Við øðrum orðum kemur pappírið frá skógum, har tað ikki verða feld fleiri trø, enn tað sum skógurin sjálvur klárar at endurnýggja. Harafturat verða djór og plantulív í skógunum vard og arbeiðsfólkini í skógunum fáa útbúgving, trygdarútgerð og eina ordiliga løn.
Sum svanamerkt prentsmiðja livir Føroyaprent
upp til strong krøv viðvíkjandi:
● nýtslu av umhvørvisrøttum pappíri
● nýtslu av vegetabilskum prentlitum
● endurnýtslu av prentlutum
● minimering av pappírspilli og burturkasti
● orkusparing og nýtslu av endurnýggjandi orku
● atliti til tað evnafrøðiliga arbeiðsumhvørvið
|