Føroya størsta bók frá Føroyaprent

Við Hildur Poulsen bókbindara á odda, framleiða vit nógvar bøkur á Føroyaprent, men vit hava umstøður til at framleiða nógv fleiri enn vit longu gera. Vit vóna tí, at øll tit, sum skriva bøkur, kanna møguleikar og prísir fyri at prenta og binda tær inn í Føroyum.

Á Føroyaprent framleiða vit eisini nógvar óvanligar bøkur, sum skína fram um aðrar, men bókin á myndini er so óvanlig sum ein bók kann verða. Hon er heilar 90 cm breið og 127 cm høg! Hon varð framleidd til “Kom og Les” tiltakið í Norðurlandahúsinum og eydnaðist sera væl.

Á myndini sæst Hildur Poulsen leggja sínar kønu hendur á seinasta partin av framleiðsluni. Tórður Patursson á skeltiverkstaðnum er altíð fúsur at hjálpa, og hevur lænt henni stóra arbeiðsborðið á verkstaðnum.

Skrivar tú eina bók?

So ert tú vælkomin at ringja 314555, senda ein teldupost á info@foroyaprent.fo ella kom inn á gólvið og fá eitt gott prát um bókina og eitt óbindandi tilboð.

Hugsa bøkur – hugsa Føroyaprent