Myndlistakvinna í starv á Føroyaprent

Hetta eru góð tíðindi. Ditte Mathilda Joensen, sum er myndlistakvinna og útbúgvin grafikari, er nú partur av grafiska toyminum á Føroyaprent. Krøvini, tey seta sær sjálvum í grafiska toyminum, eru høg, tí øll avrikini síggjast aftur á pappírinum, tá ein uppgáva er prentað.

Sterku síðurnar hjá Ditte er visuelt og grafiskt úttrykk, sum er júst tað, vit hava brúk fyri. Hon er nærløgd og gjøgnumførd í tí, sum hon ger, og er dugnalig til bøkur, eins og aðrar prentlutir.

Seinastu tíðina hevur Ditte arbeitt sum sjálvstøðug, men nú byrjar eitt nýtt arbeiðslív á Føroyaprent. Vit ynskja Ditte hjartaliga vælkomnari og gleða okkum til eitt gott og spennandi samstarv.