Hjalgrim Samuelsen settur í starv sum fyrisitingarstjóri á Føroyaprent

Tveir stjórar eru nú á Føroyaprent. Frá 1. mai at rokna myndar Hjalgrim Samuelsen leiðsluna á Føroyaprent saman við Jon Hestoy, sum higartil hevur verið stjóri einsamallur. 

Sum fyrisitingarstjóri hevur Hjalgrim Samuelsen nú høvuðsábyrgd av fíggjarmálum og fyrisiting, meðan Jon Hestoy framyvir fyrst og fremst fer at varða av marknaðaføring, sølu og framleiðslu. Hjalgrim er 51 ára gamal og útbúgvin siviløkonomur (cand.merc.) og kemur úr starvi á fíggjardeildini í Eik Banka. Hann hevur frammanundan leiðsluroyndir sum m.a. fyritaksstjóri á Dimmalætting og sum deildarleiðari í Føroya Sparikassa.

Føroyaprent er størsta grafiska virkið í landinum við um 30 starvsfólkum. Virkið varð sett á stovn í 2004 sum ein samanrenning av Hestprent og arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Virkið er í dag ein framkomin prentsmiðja við tíðarhóskandi útgerð innan undanprent, digitalprent, arkprent og bókbinding. Harumframt fevnir virksemið eisini um skelti, bannarar, plakatir í stórum støddum og deko til vindeygu og bilar.

„Føroyaprent hevur verið í einari støðugari menning síðani byrjan, og við at seta Hjalgrim í starv fáa vit servitan til felagið, ið kann tryggja ein framhaldandi vøkstur. Hjalgrim hevur verið ein partur av Føroyaprent síðani byrjanina; fyrst sum ein av teimum, ið løgdu prentsmiðjurnar saman til Føroyaprent og síðani sum nevndarformaður í felagnum. Tað verður spennandi nú at fáa møguleikan at virka saman í gerandisdegnum“, sigur Jon Hestoy. 

Hjalgrim gleðir seg til broyttu uppgávuna, at vera við til at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir.