Liðuggerð

Tá ein prentlutur er prentaður, skal hann gerast liðugur. Vit falsa, stifta, skera, gera bukkistrikur, stansa, seyma, hefta, líma, binda inn, runda horn, perforera, blokka, hola, nummerera og seta  dupultklistrandi tape og klistrimerkir á.

Vilt tú hava eina meira eksklusiva liðuggerð, hevur tú fleiri møguleikar at velja ímillum:

Kachering: Tá vit kachera leggja vit eitt tunt lag av laminat á prentflatuna. Tað gevur prentlutinum eitt ”look” sum skarar framúr, og ger hann eksklusivan at nema við. Umframt at tað bæði verjir og styrkir pappírið.