Hoyvíkar Kirkja

Nýtt á Føroyaprent

Í mai 2012 løgdu Grafikstudio hjá Inga Joensen og Føroyaprent alt virksemið saman, her á Føroyaprent. Við samanleggingini fekk Føroyaprent førleikar innan myndatøku og filmsframleiðslu, sum vit nú bjóða tær at brúka.

Vakrar myndir til vakrar prentlutir

Myndatøka „á staðnum“ er ofta ein partur av uppgávuni, tá Ingi arbeiðir við sniðgeving og umbróting. Heildin verður hugsað ígjøgnum frá byrjan. Ingi hevur tikið myndir av bæði málingablikkum og blæðupakkum, men myndatøka og desain av prentlutum innan mentan og list eru hansara vørumerki burturav.