Deadline Dagfesting fyri nær eitt arbeiði skal verða liðugt

Delano webapproval PrentGreiðslan, skipan har viðskiftafólk leggja fílirnar beinleiðis inn í skipanina og góðkenna rippaðu fílirnar á heimasíðuni

Densitet Eitt heiti fyri hvussu tætt/kompakt eitt pappír er, density verður eisini brúkt í máting av filmi, plátum ella litdekningi

Densitometur Elektroniskt tól at máta svertu og litstyrki o.l.

Diamond screening Stokaist rastur

Didotpunktið Sí cicero

Digitalprent Prentháttur, sum er at samanlíkna við teir printarar vit øll brúka – tó kann man í digitalprenti prenta nógv størri mongdir ella á tjúkri pappír – Verður eisini kallað Print on Demand POD

DPI Dot per inch, merkir prikkar pr. tumma – til skerm 72dpi, til print 150 dpi og til prent 300 dpi. sí eisini ppi. Til prent verður dpi nýtt, til skerm verður ppi nýtt

DTP Desk Top Publishing – at framleiða grafiskt arbeiði á telduni

Dummy Ein prototypa av bók ella faldara i rættari stødd, pappírslagi og innbinding, men við blonkum síðum

Duotone Tá gjørd verða tvær rasturpositiónir í eini svart/hvítari mynd. Ein til myrkari tónar og ein til ljósari tónar. Gevur eina vakra fotografiska effekt