Termiskar plátur CTP-plátur, ið verða lýstar við hita frá lasaranum

Transparencies Tá ið grafikarar leggja lag omaná lag og lagið niðanfyri skínur ígjøgnum. Hetta hevur áður givið trupulleikar, tí ripparnir hava ikki fylgt við menningini á telduforritunum

Umsláing Heiti fyri hvussu arkið verður vent: tikið verður í aðra síðuna á arkinum og tað verður vent vatnrætt. Umsláing kallast eisini eitt vendi-ark. t.v.s. bert ein pláta til báðar síður

Uncial Í InDesing kallað Drop cap, er ein byrjanarbókstavur, sum hevur hæddina av fleiri vanligum reglum

Útskjóting Plasering av síðum á einum prentarki, so at síðurnar tá falsað verður, hava rætta raðfylgju

UV-Lakk Sí lakk

Vatnlakk Sí lakk

Verjulakk Vit brúka silkimatt og háglans sum verjulakk

Versalar Stóru bókstavirnir í alfabetinum

Vignet Lítil illustratión ella dekoratión uttan rammu