Prent

Føroyaprent er størsta føroyska prentsmiðjan, við útgerð, ið kann prenta alt frá vistkortum til bøkur og bløð. Høvuðsprenthátturin er offsett, hesin prenthátturin er serstakliga egnaður til størri nøgdir. Størsta arkastøddin í Heidelberg prentmaskinum okkara er 520x740mm. Á Føroyaprent er øll arbeiðsgongdin til og við plátugerð talgild, hetta gevur eina framúrskarandi góðsku.

Minni uppløg verða avgreidd skjótt og væl í digitalprenti.

Hava tygum brúk fyri størri støddum, er næstan eingin avmarking í okkara stórformatdeild.