Stórformat á Føroyaprent

Vilt tú prýða ella lýsa við onkrum á húsasíðu, bygningi, sølustaði, festivaløki, tónleikapalli, byggiplássi , miðbýi, messu ella aðrastaðni, fært tú alt sum tú hevur brúk fyri frá Føroyaprent.

Vit hava framkomna útgerð til at prenta bannarar, skelti og plakatir í øllum støddum og á ymiskt tilfar, bæði til innandura og uttandura brúk.

Vit eru bara nøgd við okkara egna avrik, tá okkara kundar eisini eru nøgdir. Tí kýta vit okkum – grafikarar, framleiðslu- og tænastufólk – fyri at tú og allir aðrir kundar, fáa eina vøru sum samsvarar við tað tú væntar at fáa. Rættstundis levering íroknað.

Tú kanst lesa meira um skelti, bannarar, plakatir, vindeygaprýði og annað, her.