Á Føroyaprent eru vit klár allar dagar í vikuni at gera gravsálmar og leveringstíðin er 24 tímar. Vanliga verða brúktir 3 sangir inni í kirkju/samkomuhúsi og 1 sangur tá ið kistan verður borin út. Við grøvina verða sum oftast brúktir 2 sangir.

Teir upplýsingar, vit hava brúk fyri eru, um jarðarferðin er úr kirkju, samkomu ella kapelli, hvørji nr. og í hvørjari bók sangirnir eru. Navn, føðingardag og deyðsdag og um tit vilja hava mynd á. Velja tit við mynd, so um hon skal vera svørt/hvít ella í litum.

Summi velja at seta skriftstað á permuni, tá senda tit okkum skriftstaðið ella hvar tað stendur skrivað.

Bílegging á gravsalmar@foroyaprent.fo

Arbeiðsdagar kann eisini ringjast til 314555. Í vikuskiftum ella uttan fyri arbeiðstíð kann ringjast til 216480 ella 594929.