Bannarar

Skipar tú fyri einum stórum mentanartiltaki, kann ein bannari hjálpa tær at rópa boðskapin út til nógv fólk. Arbeiðir tú við einum húsaveggi, kanst tú við einum stórum bannara lata øll, sum ganga framvið, vita, hví eisini tey skulu biðja teg gera arbeiði fyri seg.

Líkamikið um tú vilt lýsa við lekkrum búffum, útsølu, eini konsert ella onkrum heilt øðrum, kann ein bannari gera stóran mun. Vit gera bannarar í øllum støddum, og á nógv ymiskt tilfar.

Skal bannarin tola meira enn vanligan vind, regn, frost, sólarljós, hita … velja vit tilfar, sum egnar seg til tað, tú hevur brúk fyri.

Vit heingja fegin bannararnar upp, líkamikið hvussu stórir teir eru, ella hvussu teir skulu hanga/monterast.

Ring 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo.