Bilprýði

Ger eina rullandi reklamu og pakka (vøru)bilin inn í foliu, allan sum hann er. Tað gevur óendaliga nógvar møguleikar fyri at fáa fólk at steðga á eina lítla løtu og minnast júst tín boðskap. Vit minnast betur tað, sum skarar framúr og er serligt. Fá fólk at øtast, flenna, halda at bilurin er flottur, kulur ella stuttligur.

Pakkar tú bilin inn í foliu, verjir tað eisini bilin móti sliti, steinsløgum o.l.

Ongin uppgáva er ov lítil hjá okkum, og tú ert sjálvandi eisini vælkomin at fáa búmerki, tel. nr. o.l. sett á bilin. Vit kunnu hjálpa tær at seta foliu rætt á bilin og taka møguligt gamalt tilfar burtur. Tað eru langt frá øll, sum duga at sleppa undan luftlummum undir foliudúkinum, sjálvt undir smáum stavum.

Vit tekna fegin bilin, sum tú hugsar tær hann, áðrenn tú tekur endaliga støðu. Uppskot til, hvussu hann kundi sæð út, kunnu eisini bíleggjast.

Ring 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo.