Firmafløgg

Eitt flagg við búmerkinum vundið á stong er hóskandi fyri allar stórar og miðalstórar fyritøkur og stovnar. Við at flagga – ella ikki flagga – setir tú fingramerkið hjá tínari fyritøku á serligar dagar og lívið í nærumvørvinum. Umframt at fyritøkan sæst væl langvegis frá og er dámlig / hátíðarlig hjá gestum at koma til.

Av tí at nógvir av okkara góðu og føstu kundum hava spurt um fløgg, hava vit fingið í lag samstarv við danskan veitara av fløggum, fyri serprís. Bíleggur tú hjá okkum, hevur tú trygd fyri, at røttu fløggini verða bíløgd, og at góðskan er í lagi.

Eitt flagg ferst av vindi/regni og ikki minst av sjóroki. Tí kann roknast við, at nýtslan er millum 2-4 fløgg um árið. Hæddin á flaggstongini er avgerandi fyri, hvør stødd er hóskandi.

Ring 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo.