Plakatir

Tú kanst bíleggja eina plakat ella nógvar plakatir, í øllum støddum. Plakatir eru bíligari enn bannarar, og verða ofta brúktar har, sum tær javnan verða skiftar út.

Ger handilshølini áhugaverd við tilboðum á plakatum, sum eru meira fangandi enn tilvildarliga hondskrivað skelti, og brúka tóma plássið, bæði uttandura og innandura, til boðskapin, tú mást og skalt hava út.

Tað ber eisini til at prýða ein heilan ella hálvan vegg, heima ella á skrivstovuni / handilshølunum, við onkrum heilt serligum, sum ongin annar hevur. Ongin avmarking er í stødd, so slepp hugflognum leysum.

Ring 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo.