Skelti

Vilt tú hava eitt skelti sum sæst væl, ert tú komin á rætta stað. Vit framleiða skelti til øll hugsandi støð, bæði handlar, fyritøkur, stórar húsaveggir, byggipláss, vallir o.t.

Tað ber væl til at skera skeltið út og geva tí eitt spennandi skap. Skal skeltið síggjast væl, eisini í myrkri, kanst tú brúka hugflogið til at gera eitt skelti úr refleksfoliu. Vit kunnu skera út skap og litir, so tú fært títt egna serliga skelti, sum ikki líkist øllum hinum.

Tú kanst senda okkum eina lidna uppseting av skeltinum, men vit hava eisini grafikarar, sum kunnu gera tað lætt og skjótt fyri teg. Vit koma fegin at montera skeltið og gera alt liðugt á staðnum.

Ring 314555 ella send okkum ein teldupost á info@foroyaprent.fo.