Um Føroyaprent

Føroyaprent er ein framkomin prentsmiðja við tíðarhóskandi útgerð innan prepress, digitalprent, arkprent og bókbinding. Vit meta prentsmiðjuna sum okkara kjarnuvirksemi og vit arbeiða hart fyri at vera í meistaradeildini innan prent í Evropa. Okkara fremsta mál er at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir og at áhaldandi menna okkum sum fyritøka og arbeiðspláss.

Umframt prentsmiðjuna fevnir virksemið á Føroyaprent eisini um skelti, bannarar, plakatir í stórum støddum og deko til vindeygu og bilar.

Við okkara dugnaligu grafikarum átaka vit okkum uppgávur heilt frá hugskoti til lidnu vøruna, og vit prenta eisini fegin fyri teg, sum sendir okkum eina prentklára fílu.

Á Føroyaprent arbeiða knapt 30 sera dugnalig starvsfólk, sum gera alt … og eitt sindur afturat … fyri at tú skalt vera nøgd/ur við okkara vørur og tænastur.

Vælkomin á Føroyaprent