Bókadeild Føroya Lærarafelag

Umbróting

Grafikararnir á Føroyaprent umbróta nógvar og sera ymiskar uppgávur. Umbróting er at taka tekst og myndir inn í eitt umbrótingarprogramm, sum eitur InDesign, og har geva prentlutinum eitt vakurt og spennandi snið. Har avgera vit hvørja skrift vit skulu brúka, hvussu stór hon skal vera, gera orðbýtingar og seta myndir og illustratiónir inn. Til myndir og illustratiónir brúka vit Photoshop og Illustrator.

Á Føroyaprent hava vit væl útbúgvið fólk við drúgvum royndum, ja, vit tora at siga, at vit hava landsins bestu umbrótarar. So vilt tú tryggja tær, at bókin ella okkurt annað, tú ynskir at prenta, verður framleitt í hægstu góðsku, er tað Føroyaprent, tú skalt venda tær til.

Tað er spell at síggja umbróting, sum ikki er í lagi. Útgávur, sum stór orka annars er løgd í at framleiða. Horuungar og stórar áir í tekstinum, ymisk uppseting frá síðu til síðu, ymisk skipan av reglubrotum og millumrúmum og ymiskt annað, sum eyguni festa seg við, tí tað ikki er, sum tað eigur at vera. Tað krevur ofta ikki so langa tíð at gera eitt minni gott avrik til eitt gott avrik.

Tí bjóða vit okkum fram at umbróta alla uppgávuna, ella at leggja eina seinastu hond á, fyri at tryggja, at handverkið er í lagi.