Umhvørvið

Vit á Føroyaprent taka til eina og hvørja tíð umhvørvið við í okkara støðumeting av virkinum, og tá vit leggja framtíðarvirksemið til rættis. Vit vilja verða framman fyri brúkarakrøv um náttúruvernd og arbeiða tí hvønn dag við umhvørvinum sum parti av okkara virðisgrundarlagi.

Umhvørvisráðið hjá ST mælir øllum heimsins londum til at brúka meira av pappíri og vørum frá burðardyggum skógarbrúki. Føroyaprent hevur tí eitt sera gott útgangsstøði til okkara nýtslu av pappíri, sum bara kemur frá burðardyggum skógarbrúki í Evropa, har uml. 44% av landaøkinum er skógur. Skógurin í Evropa veksur hvørt ár, og bara seinastu 5 árini er hann vaksin so nógv sum støddin á Danmark.

Føroyaprent og kundar okkara kunnu tí við góðari samvitsku brúka pappír og økja nøgdina av prentlutum.