Føroyaprent plantar trø

Føroyaprent hevur tikið við áheitanini frá umhvørvisráðnum hjá ST, um at planta fleiri trø og at brúka størri nøgd av vørum frá burðardyggum skógarbrúki, eisini pappíri. Samstundis heitir umhvørvisráðið eisini á øll heimsins lond, um at brúka minni av skaðiligum og evnafrøðiliga framleiddum vørum.

Vit hava plantað yvir 3.000 trø runt um í Føroyum. Meðan trøini vaksa, binda tey CO2 úr lufthválvinum, og har verður tað, líkamikið um træið endar sum pappír, húsaklædningur ella verður standandi har tað varð plantað. Brúka vit til dømis 1 kubikmetur av timbri, verður uml. 1 tons av CO2 bundið í timbrinum.
Trøini í Føroyum verða ikki brúkt til framleiðslu av vørum, men tey skapa trivnað og lívd. Nógv av teimum vaksa í ein heilan mansaldur, og binda CO2 so leingi tey vaksa. Tað sigst, at plantar tú tvey trø hvørt ár, ert tú CO2 neutral/ur.

Les meira um heimsins skógir, trø og pappír:

www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html