Svanamerktir prentlutir í Føroyum

Fyri teg merkir hetta, at tú kanst svanamerkja tínar prentlutir, og vísa øðrum, at umhvørvið er ikki bara nakað tú tosar um. Hjá fyritøkum og almennum stovnum hevur tað stóran týdning at kunna vísa á ein tilvitaðan innkeypspolitikk, tí eftirspurningurin eftir einum grønum hugburði er skjótt vaksandi.

Á Føroyaprent er tað ókeypis at brúka svanamerkið.

 

Føroyaprent hevur svanamerkjagóðkenning, sum tann fyrsta fyritøka í Føroyum.

Við svanamerkingini hevur Føroyaprent skjalprógvað, at fyritøkan sær umhvørvisárin sum eina heild og hevur bundið seg til framyvir at arbeiða eftir hesum. Vit liva upp til strong krøv um m.a.:

  • nýtslu av umhvørvisrøttum pappíri*
  • nýtslu av vegetabilskum prentlitum
  • endurnýtslu av prentlutum
  • minimering av pappírspilli og burturkasti
  • orkusparing og nýtslu av endurnýggjandi orku
  • atliti til tað evnafrøðiliga arbeiðsumhvørvið

* Nýtsla av umhvørvisrøttum pappíri merkir, at vit bara brúka pappír frá skógum, har tað ikki verða feld fleiri trø, enn skógurin klárar at endurnýggja.

Við at arbeiða sambært krøvunum í góðkenningini, verða atlit eisini tikin til heilsuviðurskifti og tryggleika hjá starvsfólki og brúkarum.